Kynsligur ágangur í Føroyum

Hvat er kynsligur ágangur?

Kynsligur ágangur er, tá ið ein vaksin setir eitt barn ella ungan í eina støðu, har talan er um kynsligt innihald, har barnið/persónurin, ikki er førur fyri at geva samtykkið ella at skilja tað, sum hendir. Tað kann verða við myndum, orðum, nerting ella samlega.

Kynsligur ágangur er framvegis ein stór avbjóðing í okkara samfelagi. Tað vísa tølini av fyrispurningum til KRIS seinastu nógvu árini. KRIS er farið í holtur við at gera eina kanning, sum skal fáa til høldar tøl í samband við kynsligan ágang í Føroyum.

Kanningin er dulnevnd og vónar KRIS, at tað kann vera við til, at vit fáa til vega álítandi tøl í samband við hesa avbjóðing. 

Kanningin er ætlað øllum føroyingum, sum eru 18 ár og eldri.
1.Kyn
2.Aldur
3.Familjuviðurskifti
4.Starv
5.Útbúgvingarlongd
6.Kennir tú nakran, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi?
7.Hevur tú verið fyri kynsligum ágangi?
8.Um ja - hvussu gomul/gamal vart tú fyrstu ferð tað hendi?
9.Var kynsligi ágangurin framdur av einum í familjuni?
10.Fært tú ella hevur tú fingið sálarfrøðiliga ella psykiatriska hjálp fyri ágangin ?